Nón

Hugskotið til TROM birtist á fiskavirkinum í Gøtu
26-01-2022
TROM er ein gamal dreymur, sum nú er vorðin veruleiki, sigur Torfinnur Jákupsson, sum fekk hugskotið til fyrstu føroysku sjónvarpsrøðina, sum 16 ára gamal.

13. februar verður TROM, fyrsta sjónvarpsrøðin, ið er tikin upp í Føroyum, frumsýnd á Viaplay.

Tá fara vit at kunna síggja Hannis Martinson og aðrar persónar úr bókunum hjá Jógvani Isaksen trína fram á skíggjan í vakra og harðbalna føroyska landslagnum.

Upptøkurnar til sjónvarpsrøðina, sum er í seks pørtum, vóru lidnar mitt í juni í fjør, og síðani hevur filmstoymið arbeitt við at klippa, gera ljóð og eftirviðgerða filmin.

At sjónvarpsrøðin nú er liðug og klár at sýna, er ein gamal dreymur, sum er vorðin veruleiki, fyri upphavsmannin til røðina Tórfinni Jákupsson.

Hugskotið at gera eina føroyska krimisjónvarpsrøð byrjaði at spíra, tá Torfinnur sum 16 ára gamal arbeiddi á fiskavirkinum í Gøtu, og í einum døgurðasteðgi ímyndaði sær morðið í fyrstu bókini hjá Jógvani Isaksen í livandi myndum.

"Eg havi altíð hildið tað vera spell, at ongin føroysk sjónvarpsrøð er gjørd, og samtundis hevur mær dámað væl bøkurnar hjá Jógvani Isaksen. Í einum døgurðasteðið á fiskavirkinum í Gøtu tosaðu eg og ein vinmaður um at gera eina føroyska krimirøð, og tá eg hugdi út á Støðlafjall rann mær beinavegin í huga fyrsta morðið í fyrstu bókini hjá Jógvani Isaksen. Tað setti gongd á hugskotið um at gera eina føroyska krimisjónvarpsrøð við íblástri úr bókunum hjá honum", sigur Torfinnur Jáksupsson.

Sjónvarpsrøðin er nú liðug, og verður frumsýnd á Viaplay 13. februar. 

Kringvarpið hevur ein virknan leiklut í framleiðsluni, og sjónvarpsrøðin verður eisini víst í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum frá 17. februar og fylgjandi 5 hóskvøldini, og allir partarnir vera eisini lagdir á heimasíðuna hjá KVF.

Lurtið eftir prátinum við Torfinni Jákupsson.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022