Nón

Estetikkurin og handverkið tala fyri seg
01-03-2022
Tá Guðrun og Guðrun eru á mótamessum hava tær ofta smáar básar, men øðrvísi sniðgevingin vekjur kortini stóran ans.

Guðrun og Guðrun vóru ein av fýra føroyskum sniðgevarafyritøkum, ið var við á sniðgevaraátakinum í La Maison du Danemark í París um vikuskiftið.

Guðrun og Guðrun fara hesa vikuna eisini at luttaka á stórari, kendari mótamessu í París. Hetta er neyðugt fyri at fáa beinleiðis samband við týdningarmiklar kundar, sigur Guðrun Rógvadóttir, sum serliga tekur sær av marknaðarføringini hjá Guðrun og Guðrun.

Hon vísir á, at hóast klædnamarknaðurin er sera stórur og kappingin hørð, so er stórur áhugi fyri sniðgevingini hjá Guðruni og Guðruni.

"Vit hava sum oftast lutfalsliga smáar básar, men hóast hetta vekja klæðir okkara stóran ans. Serliga japanarar steðga heilt náttúrliga upp við okkara bás. Orsøkin til hetta er helst, at vit framleiða øðrvísi enn hini, og at estetikkurin í sniðgevingini og góða handverkið skína ígjøgnum", sigur Guðrun Rógvadóttir.

Hon vísir á, at stórur dentur verður lagdur á burðardyggleika í klædnaídnaðinum, og har hava Guðrun og Guðrun ein stóran fyrimun.

"Vit í Guðrun og Guðrun leggja stóran dent á burðardyggleika, men tað burðardygga er ein náttúrligur partur av føroysku ulla- og bindimentanini, so vit skulu ikki uppfinna nakað. Vit skulu bara byggja víðari á okkara siðaarv við nýmótans sniðgeving, og gerast betri til at fortelja søguna um, hvussu hetta er ein náttúrligur partur av okkara mentan" vísir Guðrun Rógvadóttir á.

Lurtið eftir prátinum við Guðruna Rógvadóttur.

Tað er ein bólkur av føroyskum sniðgevum við Sissal Kristiansen á odda, sum samskipar sniðgevaraátakið um vikuskiftið.

Sniðgevaraátakið er partur av stóra almenna mentanarátakinum "Un Éclat de soleil", sum fevnir um listaframsýning, og seinastu tvær vikurnar harumframt hevur havt føroyskan tónleik, bókmentir og film á skránni.

 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022