Nón

Navia arbeiðir við nýggjari binditøkni
01-03-2022
Navia selir nógv uttanlands, og arbeiðir støðugt við at framleiða burðardyggari. Nú fer fyritøkan at binda við 3D bindimaskinum

Vit arbeiða við at gera framleiðsluna burðardyggari, og við 3D maskinum verður framleiðslan enn meira burðardygg, tí onki fer til spillis, og tí vit ikki framleiða ov stórar nøgdir, sigur Óli Kristian á Torkilsheyggi, stjóri í Navia, sum var ein av teimum fýra fyritøkunum, ið var við á sniðgevaraátaki í La Maison du Danemark í París um vikuskiftið.

Navia hevur havt fleiri spennandi verkætlanir seinastu tíðina, millum annað troyggjur til Trom, sum eisini eru komnar út í bindiuppskriftabók.

Sniðgevaraátakið er partur av stóra almenna mentanarátakinum "Un Éclat de soleil", sum fevnir um listaframsýning, og seinastu tvær vikurnar harumframt hevur havt føroyskan tónleik, bókmentir og film á skránni.

Lurtið efitr samrøðuni við Óla Kristian á Torkilsheyggi, sum greiðir frá virkseminum hjá Navia.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022