Nón

Børn skulu takast í álvara
08-03-2022
"Seks spurningar um at vera menniskja" er ein barnafilosofisk sendirøð um at vera til

- Tey, sum eru yvir 14 ár, skulu hava eitt barn við sína lið.

Dánjal á Neystabø vendir spurninginum á høvdið, tá ið hann verður spurdur, hvønn sjónvarpssendirøðin vendir sær til.

"Seks spurningar um at vera menniskja" er nýggj sjónvarpssendirøð í seks pørtum, sum Búi Dam og Dánjal á Neystabø hava skrivað og gjørt. Sendingin verður send fyrstu ferð í sjónvarpinum nú fríggjadagin, 11. mars klokkan 18:30.

Dánjal Kaggadingding Kaggadung og Búi Sibbidibbidim hava verið á Ævintýrferð í 20 ár, og nýggja sendirøðin er eitt hæddarpunkt á tí ferðini.

Teir hava øll árini tikið børn í álvara í sínum undirhaldi, og teir eru sannførdir um, at børn eru meira enn før fyri at undrast um teir heilt stóru spurningarnar.

Og nýggja sendirøðin snýr seg um teir heilt stóru spurningarnar. Hvørji eru vit, hvar koma vit frá, hvar fara vit?

Hoyr samrøðuna við Búa og Dánjal um Seks spurningar um at vera menniskja.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022