Nón

Greta við nýggjum lagi úr nýggjum landi
11-03-2022
Fyri nøkrum mánaðum síðani fluttu Greta Svabo Bech og Fred Ruddick til eina lítla bygd í Fraklandi, har tey hava góðar umstøður at gera tónleik og til at liva meira úti.

- Tað hevur altíð verið ein lítil dreymur hjá bæði mær og Fred, men tað skuldi ein pandemi til, at vit tóku stigið.

Tað sigur Greta Svabo Bech, tónleikari, um avgerðina at flyta til Suðurvesturfraklands í desember í fjør.

Tey hava bæði altíð havt ein tokka til Frakland og franska mentan, og vildu fegin royna at búgva eitt stað, har tað ber til at liva meira úti.

Tey funnu eini hús í lítlu bygdini Duras, sum vóru sera væl egnað til teirra arbeiði, og til lívið, tey ynskja at liva.

- Húsini hava tónleikastovu, ein deiligan urtagarð, og eina íbúð, har samstarvsfelagar ella gestir, ið vilja gera tónleik í øðrvísi umhvørvi, kunnu gista. Fyri meg hevur tónleikur ongin mørk, men vit leggja stóran dent á samstarv við onnur, og tí er gott at hava møguleikan fyri at fólk kunnu vera her í eitt tíðsrskeið, sigur Greta Svabo Bech. 

Hon gav fyri stuttum lagið tu : orbit út, sum er fyrsta lagið, hon hevur gjørt í Fraklandi. Tað er í samstarvi við enska tónleikaran, framleiðaran og tónaskaldið Tom Ashbrook. Hann gevur út eina eina “filmiska” EP, sum kallast ‘ko:da’. Hetta er ein samstarvs-útgáva, har allir sangirnir hava uppruna í lagnum “Klass” frá fløguútgávu hansara “Sensibus”. Fyrsta staklagið var eitt lag útgivið saman við stutfilminum “MISSUXO”, framleitt saman við ungarska filmsframleiðaranum Marcell Lobenwein.

Tað næsta staklagið er saman við Gretu Svabo Bech við sanginum tu : orbit. Tey bæði hava saman gjørt ein kenslubornan, viðkvæman sang, sum er samansettur av tí eyðkendu klasskisku ávirkannini hjá Tom og Gretusa droymandi rødd.

Lurtið eftir nýggja lagnum og samrøðuni við Gretu Svabo Bech.

 

 

 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022