Nón

Fyrstu ummælini av "Ingen vej tilbage" sera góð
16-03-2022
Nýggj sjónvarpsrøð, sum Andrias Høgenni hevur skrivað og leikstjórnað, fer í luftina á DR3 fríggjadagin. Røðin hevur higartil fingið sera góð ummælir

"Ingen vej tilbage" er heitið á nýggjari sjónvarpsrøð, sum Andrias Høgenni, føroyskur filmsleikstjóri, hevur leikstjórnað og skrivað saman við Anton Breum og Andrea Winding.

Røðin verður at síggja á DR3, á DRTV, fríggjadagin, og er í níggju pørtum, sum eru um 15 minuttir til longdar.

Higartil hevur røðin fingið góða móttøku, tí bæði Filmmagasinet Ekko og Soundvenue hava givið røðini 5 av 6 stjørnum, og skýra Andrias Høgenni at vera eitt "stortalent".

Ummælini kunnu lesast her: Filmmagasinet og Soudvenue

 

Føroysk mentan

Sjálvur fegnast Andrias um góðu móttøkuna higartil og er glaður um, at røðin, sum hann hevur arbeitt við í trý ár, skjótt verður at síggja.

Hóast røðin er donsk, spælir føroysk mentan í Keypmannahavn ein lut í nýggju røðini, og fleiri føroyskir sjónleikarar spæla við.

Lurtið eftir samrøðuni við Andrias Høgenni, har hann greiðir frá røðini.
 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022