Nón

Martin Næs millum fortíð og framtíð
17-03-2022
OPERA MEN EINGIN OLJA er heiti á nýggjari bók hjá Martini Næs

- Skalt tú fáa fólk at lesa ella lurta, so kanst tú ikki altíð pakka alt inn í vatt. Tú mást siga tingini klárt og týðiliga, men hampuliga.

Setningurin, ið kemur frá Martini Næs í hesi samrøðuni, lýsir bæði Martin og hansara nýggju bók rættiliga væl.

OPERA MEN EINGIN OLJA er eitt úrval av greinum, sum Martin Næs hevur skrivað í 25-ára tíðarskeiðnum frá 1996-2021. Tað vil siga árini, tá ið hann fyrst var landsbókavørður og síðan stjóri í mentamálum í mentamálaráðnum.

Bókin kann sostatt lesast sum ein eitt slag av endurminningum, uttan at vera tað. Bókin er sostatt ein fongur fyri tey, sum eru forvitin at vita, hvat hevur rørt seg í føroysku listini og mentanini í landinum, frá aldarskiftinum til í dag.

Hoyr samrøðu við Martin Næs.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Framsýning við Gudrun Hasle og Savnandi Savndsdagur
01-06-2022
Gudrun Hasle er listakvinna og orðblind, og nýtir orðblindi í listini. Hon heldur, at vit kunnu missa áhugaverdar røddir, um orðblind ikki tora at úttala seg.
01-06-2022
1. oktober verður Marita S. Dalsgaard fyrisitingarstjóri á Sydhavn Teater í Danmark.
31-05-2022
Tað er framvegis tørvur á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið í Føroyum, sigur Grækaris Djurhuus Magnussen, sum júst hevur latið úr hondum bókina "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár"
31-05-2022
Bókin "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár" og Marita S. Dalsgaard nýggjur fyrisitingarleiðari í Sydhavn Teater.
30-05-2022
Ria Tórgarð er ein teirra, sum hevur fingið listafólkaløn í trý ár, og ætlanirnar eru nógvar.
30-05-2022
Ria Tórgarð og listafólkalønin. KOKS og Føroyasmakkur
27-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
27-05-2022
Tarira 20 ár. Samkirkjudagar í Vágum.
25-05-2022
Nýggi leikurin "Løsrivelsen" kannar, hvørjar støður og kenslur standast tann dagin, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark.
25-05-2022
Sjónleikur um loysing. Nýtt listarit - Túsundritið - kemur út.
23-05-2022
Tatoverað list. Musikkskúlafestivalur. Høgnatáttur.
20-05-2022