Nón

Martin Joensen: Tað gongur nokk
19-03-2022
Martin Joensen hevur eftir stuttari tíð fingið tvær tær størstu viðurkenningarnar her á landi, samstundis sum hann hevur verið rættiliga sjúkur.

- Ein regla føðist innan í mær. Síðan spratt sangurin og innihaldið burtur úr tí regluni.

Martin Joensen hevur skrivað eitt ótal av sangum, og nógvir teirra eru vorðnir fólkaogn. Sangirnir hava ofta reglur, sum siga eina heila søgu.

"Tað gongur nokk" er ein teirra, og hon hóskar eisini væl til, hvussu Martin Joensen sjálvur sær lívið. Tað gongur ikki altíð, sum ein hevði ætlað sær, men tað gongur alt kortini.

Martin Joensen hevur verið ógvuliga sjúkur í seinastuni, men vónin er góð. Hann er undir uppvenjing, og nú várið nærkast, hevur hann hug hvessa sær pennin aftur.

Hoyr samrøðuna við Martin Joensen, sum herfyri fekk serstøku virðisløn landsins og seinasta vikuskifti fekk FMA-heiðurslønina fyri at hava ríkað føroyskan tónleik.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Framsýning við Gudrun Hasle og Savnandi Savndsdagur
01-06-2022
Gudrun Hasle er listakvinna og orðblind, og nýtir orðblindi í listini. Hon heldur, at vit kunnu missa áhugaverdar røddir, um orðblind ikki tora at úttala seg.
01-06-2022
1. oktober verður Marita S. Dalsgaard fyrisitingarstjóri á Sydhavn Teater í Danmark.
31-05-2022
Tað er framvegis tørvur á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið í Føroyum, sigur Grækaris Djurhuus Magnussen, sum júst hevur latið úr hondum bókina "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár"
31-05-2022
Bókin "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár" og Marita S. Dalsgaard nýggjur fyrisitingarleiðari í Sydhavn Teater.
30-05-2022
Ria Tórgarð er ein teirra, sum hevur fingið listafólkaløn í trý ár, og ætlanirnar eru nógvar.
30-05-2022
Ria Tórgarð og listafólkalønin. KOKS og Føroyasmakkur
27-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
27-05-2022
Tarira 20 ár. Samkirkjudagar í Vágum.
25-05-2022
Nýggi leikurin "Løsrivelsen" kannar, hvørjar støður og kenslur standast tann dagin, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark.
25-05-2022
Sjónleikur um loysing. Nýtt listarit - Túsundritið - kemur út.
23-05-2022
Tatoverað list. Musikkskúlafestivalur. Høgnatáttur.
20-05-2022