Nón

Mjólkarevangelium fagnar kvinnuligu náttúruni
21-03-2022
Rannvá Holm Mortensen hevur givið út sítt annað yrkingasavn "Vármjólk". Savnið er ein heiður til náttúruna og kvinnuna.

"Vármjólk" er heiti á nýggjum yrkingasavni eftir Rannvá Holm Mortensen, sum vit best kenna sum myndlistakvinnu, ið seinastu 25 árini hevur fingist málningalist, grafikk og installatiónir.

Í 2018 gav hon yrkingasavnið "Sólsmakkur" út, sum millum annað snúði seg um at vera mamma sálarsjúkum barni. Hetta savnið fekk Rannvá M. A. Jacobsens heiðursløn fyri sama ár.

Nýggja savnið "Vármjólk" er ein rannsóknarferð inn í náttúruna hjá kvinnuni. 

"Okkum tørvar eitt mjólkarevangelium. Eitt evangelium skrivað av eini kvinnu, sum heiðrar kvinnuligu náttúruna", heldur Rannvá Holm Mortensen.

Lurtið eftir samrøðuni við Rannvá Holm Mortensen, sum greiðir frá nýggja savninum. 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022