Nón

Gandafloytan sum barnaopera
30-03-2022
Navnframa operan eftir Mozart, Gandafloytan, er nú stytt og umskrivað til føroyska barnaopera

Prinsurin Tamino, prinsessan Pamina, fuglafangarin Papageno, fuglagentan Papagena, tey trý gátuføru børnini, Náttardrotningin, tær tríggjar damurnar, Monostatos, prestarnir og Høvuðspresturin í Vísdómstemplinum, Sarastro.
Øll hesi verða at síggja í barnaoperu, ið verður frumframførd á Tjóðpallinum 1. apríl.

Talan er um navnframu Gandafloytuna eftir Wolfgang Amadeus Mozart, sum vanliga er hálvan triðja tíma til longdar, men sum í hesi útgávuni er stytt niður í ein tíma.

Tað er Birita Adela Davidsen sum eigur hugskotið, og hevur umskrivað operuna, og Annfinnur Heinesen er leikstjóri.

Verkætlanin er eitt samstarv millum Tórshavnar Kvøldskúla, Tjóðpall Føroya og Opera.fo, og 14 børn í aldrinum 8-12 ár spæla við.
Harumframt er Annfinnur Heinesen frásøgufólk, Birita Adela Davidsen og Douglas Yateseitt syngja opera.

Lurtið eftir, tá Nón vitjaði á Tjóðpallinum.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Framsýning við Gudrun Hasle og Savnandi Savndsdagur
01-06-2022
Gudrun Hasle er listakvinna og orðblind, og nýtir orðblindi í listini. Hon heldur, at vit kunnu missa áhugaverdar røddir, um orðblind ikki tora at úttala seg.
01-06-2022
1. oktober verður Marita S. Dalsgaard fyrisitingarstjóri á Sydhavn Teater í Danmark.
31-05-2022
Tað er framvegis tørvur á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið í Føroyum, sigur Grækaris Djurhuus Magnussen, sum júst hevur latið úr hondum bókina "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár"
31-05-2022
Bókin "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár" og Marita S. Dalsgaard nýggjur fyrisitingarleiðari í Sydhavn Teater.
30-05-2022
Ria Tórgarð er ein teirra, sum hevur fingið listafólkaløn í trý ár, og ætlanirnar eru nógvar.
30-05-2022
Ria Tórgarð og listafólkalønin. KOKS og Føroyasmakkur
27-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
27-05-2022
Tarira 20 ár. Samkirkjudagar í Vágum.
25-05-2022
Nýggi leikurin "Løsrivelsen" kannar, hvørjar støður og kenslur standast tann dagin, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark.
25-05-2022
Sjónleikur um loysing. Nýtt listarit - Túsundritið - kemur út.
23-05-2022
Tatoverað list. Musikkskúlafestivalur. Høgnatáttur.
20-05-2022