- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
- Tað var trupult at fara avstað aftur, tí vit kendu ikki á okkum, at vit vóru lidnir.
Gestur Janusarson Lómstein og John Johannesen vóru skjótir avstað, tá ið kríggið í Ukraina brast á. Teir vóru okkara eygu og oyru, og teir gjørdu avleiðingarnar av krígnum hjá Putin í Ukraina nærverandi fyri føroyingar.
- Tað er umráðandi at dekka umheimin við føroyskum eygum og føroyskum oyrum, tí annars gerst tað ikki nóg viðkomandi, halda teir.
Hendingarnar settu seg hjá teimum báðum. Teir hittu fólkini, sum kríggið rakti, og teir høvdu eitt sindur ilt við at fara heimaftur. Skuldi verið boð eftir teimum aftur, fara teir avstað aftur, siga teir við ein munn.
Hoyr samrøðuna við John Johannesen og Gest Lómstein, sum eru merktir av ferðina til Pólands, har teir hittu flóttafólkini, sum rýmdu úr húsi og heimi undan bumbunum hjá Putin.