Nón

John og Gestur á markinum til kríggj
01-04-2022
Tað er umráðandi at dekka umheimin við føroyskum eygum og føroyskum oyrum. Tað halda John Johannesen og Gestur Janusarson Lómstein

- Tað var trupult at fara avstað aftur, tí vit kendu ikki á okkum, at vit vóru lidnir.

Gestur Janusarson Lómstein og John Johannesen vóru skjótir avstað, tá ið kríggið í Ukraina brast á. Teir vóru okkara eygu og oyru, og teir gjørdu avleiðingarnar av krígnum hjá Putin í Ukraina nærverandi fyri føroyingar.

- Tað er umráðandi at dekka umheimin við føroyskum eygum og føroyskum oyrum, tí annars gerst tað ikki nóg viðkomandi, halda teir.

Hendingarnar settu seg hjá teimum báðum. Teir hittu fólkini, sum kríggið rakti, og teir høvdu eitt sindur ilt við at fara heimaftur. Skuldi verið boð eftir teimum aftur, fara teir avstað aftur, siga teir við ein munn.

Hoyr samrøðuna við John Johannesen og Gest Lómstein, sum eru merktir av ferðina til Pólands, har teir hittu flóttafólkini, sum rýmdu úr húsi og heimi undan bumbunum hjá Putin.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022