Nón

Føroyskt rapp sigraði á Sement
02-05-2022
Marius DC vísti nýggjar síður av sær sjálvum, tá ið hann vann tónleikakappingina Sement 2022

- Føroyska málið er rættiliga avbjóðindi at rappa á, men tá so eitt vers situr, so er tað líkasum... jaaaa!

Marius DC vann Sement 2022. Hesa ferð hevði hann ein bólk við sær, og so rappaði hann á føroyskum.

Sement 2022 hevur verið á Reinsarínum fýra tey seinastu vikuskiftini, og 17 bólkar og einstaklingar hava kappast.

Finalan var leygarkvøldið, og Marius DC hugtók við síni orkufullu framførslu og føroysku rapp-yrkingum.

- Eg haldi, eg raki onkra yvirnáttúrliga keldu, tá ið eg fari á pallin.

Bólkurin, sum Marius framførdi saman við, er settur saman við øðrum tónleikarum, sum lesa tónleik á Musikkskúlamiðnámi, har Marius sjálvur eisini gongur.

Sjálvur dylir Marius ikki yvir, at hann ætlar allan vegin við sínum tónleiki.

- Eg ætli at taka tað so langt, sum eg kann. Eg havi lært, hvussu nógv tað telur at arbeiða hart fyri hesum.

Marius tekur útgangsstøði í sær sjálvum, tá ið hann yrkir, og nú hann nýtir føroyska málið, er hann meira nærverandi.

Hoyr samrøðuna við Marius Dam Christoffersen her.
 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022