Nón

Nýggj bók um søguna hjá Sinnisbata og føroysku sálarsjúkusøguna
31-05-2022
Tað er framvegis tørvur á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið í Føroyum, sigur Grækaris Djurhuus Magnussen, sum júst hevur latið úr hondum bókina "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár"

Í 1982 var felagið Sinnisbati sett á stovn, og hevur síðani arbeitt fyri rættindunum hjá fólki við sálarsjúku í Føroyum.

Nú á 40-ára føðingardegnum kom bók út um virksemið hjá felagnum og um føroysku sálarsjúkusøguna. Hugt verður millum annað aftur í søguna hjá teimum umleið 300 føroyingunum, sum frá 1890 til 1969 noyddust av landinum til viðgerðar, tí umstøður vóru ikki til tað í Føroyum. Tey komu til eitt fremmant land, innløgd millum fremmand fólk, har málið eisini var fremmant, og fleiri teirra komu ongantíð heim aftur. Eisini eru samrøður í bókini við fyrrverandi starvsfólk um umstøðurnar tá og um tíðina, tá ið føroyskir sjúklingar komu heim úr Danmark og vórðu innlagdir á Statshospitalið í staðin.

- Lítið er skrivað um sálarsjúkur í Føroyum og tað er framvegis tørvur á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið, sum eisini má raðfestast hægri politiskt, heldur Grækaris Djurhuus Magnusen, sum hevur skrivað bókina.

Tað hevur ligið frammarlaga hjá felagnum Sinnisbata at avstigmatisera og avtabuisera tað at hava sálarsjúku, og amboðini hava verið mong, millum annað fyrilestrar, altjóða sálarheilsudagurin
og upplýsingar og viðmerkingar í miðlunum.

Grækaris Djurhuus Magnussen vónar, at bókin fer at stuðla undir hesum virkseminum hjá Sinnisbata, so umstøðurnar hjá fólki í Føroyum, ið dragast við sálarligar avbjóðingar, verða enn betri.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Framsýning við Gudrun Hasle og Savnandi Savndsdagur
01-06-2022
Gudrun Hasle er listakvinna og orðblind, og nýtir orðblindi í listini. Hon heldur, at vit kunnu missa áhugaverdar røddir, um orðblind ikki tora at úttala seg.
01-06-2022
1. oktober verður Marita S. Dalsgaard fyrisitingarstjóri á Sydhavn Teater í Danmark.
31-05-2022
Tað er framvegis tørvur á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið í Føroyum, sigur Grækaris Djurhuus Magnussen, sum júst hevur latið úr hondum bókina "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár"
31-05-2022
Bókin "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár" og Marita S. Dalsgaard nýggjur fyrisitingarleiðari í Sydhavn Teater.
30-05-2022
Ria Tórgarð er ein teirra, sum hevur fingið listafólkaløn í trý ár, og ætlanirnar eru nógvar.
30-05-2022
Ria Tórgarð og listafólkalønin. KOKS og Føroyasmakkur
27-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
27-05-2022
Tarira 20 ár. Samkirkjudagar í Vágum.
25-05-2022
Nýggi leikurin "Løsrivelsen" kannar, hvørjar støður og kenslur standast tann dagin, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark.
25-05-2022
Sjónleikur um loysing. Nýtt listarit - Túsundritið - kemur út.
23-05-2022
Tatoverað list. Musikkskúlafestivalur. Høgnatáttur.
20-05-2022