Nón

Framsýning varpar ljós á orðblindi og skrivifrælsi
01-06-2022
Gudrun Hasle er listakvinna og orðblind, og nýtir orðblindi í listini. Hon heldur, at vit kunnu missa áhugaverdar røddir, um orðblind ikki tora at úttala seg.

Er tað rætt at gera list, ið er á tremur við stavivillum? Og hevur tú rætt til at gera vart við teg á skrift, hóast tú ikki dugir at stava?

Tað eru spurningar, ið stinga seg upp, tá tú vitjar framsýningina hjá donsku listakvinnuni Gudrun Hasle, sum hevur ferinsering í Norðurlandahúsinum fríggjadagin. 

Gudrun Hasle er viðurkend listakvinna og orðblind, og hon hevur gjørt orðblindi til ein part av síni list. Í listini nýtir hon ofta brodering og tekst, og stavar og broderar orðini, soleiðis sum hon sjálv heldur, at tey stavast

- Við at vísa mítt egna sárbæri og sýna fram mítt persónliga stríð við skriftsmálinum, skapi eg eitt rúm, har tað er loyvt hjá menniskjum at gera mistøk og vera ófullkomin. Eg vil við list míni varpa ljós á, at tað at vera menniskja - eisini tungu síðurnar, og varpa ljós á rættin til at gera vart við seg, hóast ein ikki dugir at stava, sigur Gudrun Hasle.

Framsýningin "Jeg leder efter ordne" verður at síggja 3. juni - 14. august. Øll eru vælkomin til fernisering.

Um Gudrun Hasle
Gudrun Hasle (f. 1979) er útbúgvin á Det Kongelige Danske Kunstakademi og Det Fynske Kunstakademi, har hon tók endaligt prógv í 2008. Hon arbeiðir bæði við video, foto, performance, tekning og ikki minst brodering. Gudrun Hasle hevur sýnt fram á nógvum bólkaframsýningum og hevur m.a. havt stakframsýningar í Politikens Forhal, Keypmannahavn (2019), Nuuk Kunstmuseum (2019), Gallari Tom Christoffersen, Keypmannahavn (2019), Horsens Kunstmuseum (2016), Kunstmuseum Brandts, Odense (2015), Museet for Samtidskunst, Roskilde (2012) og Tranen, Gentofte (2011). Gudrun Hasle er við í søvnunum hjá Horsens Kunstmuseum, Statens Museum for Kunst og Det Nationale Fotomuseum

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022