Nón

Seks av seks stjørnum til Lykkenborg
08-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.

Hóast søgan er døpur, kann tað tykjast sum, at tað nærum hevur verið eydnan at uppliva leikin Lykkenborg, sum leikbólkurin "Det Ferösche Compagnie" setir upp í Listastovuni í Miðvági í løtuni.

Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs vóru í hvussu so er tiknar av bóli og ovfarnar av leikinum, sum tær báðar góvu seks av seks stjørnum, tá tær ummæltu Lykkenborg í Nón.

- Søgan, handritið, leikaraavritini, tónleikurin, ljósið og pallurin - ja, alt spælir sera væl saman í leikinum. Tað sæst og merkist, at nógv orka og nærlagni er lagt í at skapa leikin, og at eitt stórt kanningararbeiði liggur aftanfyri. Leikbólkurin hevur arbeitt sera væl saman, og megnað at barbera søguna og vitanina um Pól Jóhannus Poulsen niður til nakað sera vakurt og einfalt, søgdu Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs millum annað um leikin.

Um leikin

Lykkenborg er fiktivur leikur, sum er bygdur á lívið hjá miðvinginum Pól Jóhannus Poulsen, eyknevndur Lykken. Lykken var føddur í 1925 og vaks upp undir trongum korum í Miðvági, sum 13. barn hjá foreldrunum.
Pól Jóhannus var ikki heilt sum hini, og eins og nógvir aðrir føroyingar, ið ikki fingu røttu hjálpina í Føroyum, var hann sum tannáringur sendir niður á Rødbygaard, ein av mongu stovnunum hjá donsku andveikraverndini.

Lykken var á Rødbygaard í fleiri ár, men slapp heim aftur aftaná Seinna Heimsbardaga, tá systir hansara kom eftir honum. Heimafturkomin fór hann undir at skapa sín egna heim á trøðni hjá pápa sínum í haganum yvir Miðvági. Úr endurnýttum timbri, takplátum og øðrum byggitilfari bygdi hann gjøgnum 20-30 ár bygningin Lykkenborg - eina villiniborg við heili 108 rúmum, har hann kundi vera í friði. Pól Jóhannus Poulsen hvarv ein fagran dag í februar 1971, og varð funnin deyður fleiri mánaðir seinni í haganum. Nakað aftaná brann Lykkenborg í grund av óvísum áðum.

Búi Dam hevur skrivað leikritið, leikstjórnað, og er eisini leikari. Høvuðsleiklutin spælir Kristina Sørensen, tónleikin hevur Dánjal á Neystabø gjørt, pallmyndina hevur Sámal Blak evnað til, búnar stendur Anna Kristin Bæk fyri, koreografiina hevur Búi Roach gjørt, ljósið hevur Súni Joensen sniðgivið og framleiðari er Urd Johannesen. Beinir Bergsson er ljósteknikari.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Framsýning við Gudrun Hasle og Savnandi Savndsdagur
01-06-2022
Gudrun Hasle er listakvinna og orðblind, og nýtir orðblindi í listini. Hon heldur, at vit kunnu missa áhugaverdar røddir, um orðblind ikki tora at úttala seg.
01-06-2022
1. oktober verður Marita S. Dalsgaard fyrisitingarstjóri á Sydhavn Teater í Danmark.
31-05-2022
Tað er framvegis tørvur á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið í Føroyum, sigur Grækaris Djurhuus Magnussen, sum júst hevur latið úr hondum bókina "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár"
31-05-2022
Bókin "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár" og Marita S. Dalsgaard nýggjur fyrisitingarleiðari í Sydhavn Teater.
30-05-2022
Ria Tórgarð er ein teirra, sum hevur fingið listafólkaløn í trý ár, og ætlanirnar eru nógvar.
30-05-2022
Ria Tórgarð og listafólkalønin. KOKS og Føroyasmakkur
27-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
27-05-2022
Tarira 20 ár. Samkirkjudagar í Vágum.
25-05-2022
Nýggi leikurin "Løsrivelsen" kannar, hvørjar støður og kenslur standast tann dagin, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark.
25-05-2022
Sjónleikur um loysing. Nýtt listarit - Túsundritið - kemur út.
23-05-2022
Tatoverað list. Musikkskúlafestivalur. Høgnatáttur.
20-05-2022