- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
- Eg havi lært, at hetta húsið hevur so nógv at siga fyri so nógv, og tað ger bara, at tú verður uppaftur glaðari og stolt av at arbeiða her.
Gunn Hernes hevur verið stjóri í Norðurlandahúsinum seinastu fýra árini, og nú er hon sett í fýra ár afturat. Tá kann hon eftir reglunum fyri norðurlendska samstarvið ikki arbeiða í Norðurlandahúsinum meira, men kortini hevur hon fest røtur og hevur gjørt Føroyar til sín heimstavn. Gunn hevur fingið føroyskan mann, og tey hava keypt hús í Havn.
- Hvat hendir tá, veit eg ikki, men hetta er mítt heim, og eg kenni meg sum føroying, sigur hon.
Hoyr alla samrøðuna við Gunn, har vit millum annað tosa um virksemið í Føroya virknasta mentanarhúsi, um ætlanir frameftir og føroyskt mentanarlív.