Nón

Nýtt stórverk um føroyskar fuglar
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir

Jórun Pólsdóttir og Silas Olofson hava síðan 2017 arbeitt miðvíst við eini nútíðar bók um fuglar í Føroyum. Bókin hevur heiti ’Fuglar okkara’ og lýsir í teksti og myndum øll villini fuglasløg, sum skrásett eru í Føroyum.
Endamálið við stórverkinum er at kunna um fjølbroytta fuglalívið og birta áhugan fyri Fuglum í Føroyum. Bókin er eisini ætlað sum hjálp at eyðmerkja fuglar og hóskar seg væl sum tilfar til undirvísing í skúlum og á stovnum, siga høvundarnir.

Bókin hevur nógvar vakrar og forkunnugar myndir, ið Silas Olofson hevur tikið meginpartin av, og tær vísa bæði fuglarnar og teirra atburð. Fyri øll fuglasløg er tekstur um at greina fugl, um livihátt, hvussu fuglurin flytur, og hvat hann etur, umframt myndir av fuglinum av báðum kynum og í ymiskum búnum. 
Bókin verður á marknaðinum um leið 1. oktobur í ár, men ber longu nú til at keypa á heimsíðuni hjá Sportanum, sum gevur út. Hetta tí bókin er sera dýra at prenta.

Lurtið eftir samrøðuni við Jóruna Pólsdóttir, sum fortelur um bókina og arbeiðið at gera hana.

 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022