- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Í síðstu viku hittust 40 fólk úr norðurlondum, sum arbeiða við list, fyri at skifta orð og deila vitan um, hvønn leiklut hugtøkini listarlig góðska og armslongdarmeginregglan hava - serliga tá talan er um listastuðulsskipanir.
Netverksfunurin var fyriskipaður av Norðurlandahúsinum, Nordisk Kulturfond og tankasmiðjuni A/nordi/c, og luttakararnir vóru m.a. granskarar, listafólk, mentanartíðindafólk og mentanarstovnar úr norðurlondum.
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru torgreidd og kunnu broytast í tráð við at samfelagið broytist. Eitt nú kann hugtakið listarlig góðska altíð diskuterast, tí fatanirnar av hugtakinum broytast og eru ymisk. Og fatanin av armslongdarmeginreggluni hevur broytt seg gjøgnum søguna, og kann tulkast ymiskt í praksis, vísir Ove Kaj Pedersen, professari emeritus á.
Tí er neyðugt áhaldandi at skifta orð um hesi hugtøk, var ein niðurstøða á kervisfundinum.
Ein onnur niðurstøða var, at hóast listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, so eru munir í praksis. Í nógvum førum snúgva munirnir seg um, hvussu mann heilt ítøkiligt skipar seg fyri at tryggja armslongd og listarliga góðsku?
- Tær stóru sentralu stuðulsskipanirnar eru sera professionaliseraðar, men kunnu gerast heldur stirvnar og bureaukratiskar. Tær smáu kunnu hinvegin vera ov ógreiðar, men tilgongdin vera skjótari og minni stirvin. Tí kunnu smáu og størru stuðulsskipanirnar læra av royndunum hjá hvørjum øðrum, var ein niðurstøða á netverksfundinum.
Lurtið eftir samrøðunum við Elinu Sigfusson, stjóra í tankasmiðjuni A/nordi/c, sum var høvuðssamskipari av norðurlendska listakervisfundinum, Ellen Wettmark, stjóra í Bonniers kunsthall í Stockholm, og nevndarlim í Svenska konstnarsnevden, og Ova Kaj Pedersen, profesara emeritus.