- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Nýggi leikurin "Løsrivelsen" hevur ferðast millum norðurlond, og varð sýndur í Norðurlandahúsinum í síðstu viku.
Leikurin er um fiktiva dagin í 2033, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark, og kannar, hvørjar støður og kenslur standast í teimum trimum londunum, tá seinasta kolonimaktin í norðurlondum loysir takið.
Tveir av áskoðarunum vóru Birna Heinesen, dramaturgur, og Hjálmar Dam, sjónleikari og leikslistamaður, og tey vóru ikki heild samd, tá tey ummæltu leikin í Nón.
Lurtið eftir samrøðuni, har Birna og Hjálmar greiða frá sínum upplivingum av leikinum og grundgeva fyri sínum metingum av honum.
Norðurlendskt samstarv
Leikurin "Løsrivelsen" er eitt norðurlendskt samstarv millum sjónleikahúsið Paradox, Katuag í Nuuk, Norðurlandahúsið, Odense Teater og Koldin Egnsteater.
Tað eru Vivi Sørensen og Daniel Wedel, ið hava skrivað leikritið og gjørt dramaturgiina, og Egill Palsson og Daniel Wedel leikstjórna.
Martin Eriksson stendur fyri pallsmíði og búnum, og Durita Sumberg og Henrietta Rosenbeck eru framleiðarar.
Sjónleikarar eru Karina Møller, Mariann Hansen, Mohamed Ali Osman og Henriette Rosenbeck.