Nón

Ikki heilt samd um "Loysingina"
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.

Nýggi leikurin "Løsrivelsen" hevur ferðast millum norðurlond, og varð sýndur í Norðurlandahúsinum í síðstu viku.

Leikurin er um fiktiva dagin í 2033, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark, og kannar, hvørjar støður og kenslur standast í teimum trimum londunum, tá seinasta kolonimaktin í norðurlondum loysir takið. 

Tveir av áskoðarunum vóru Birna Heinesen, dramaturgur, og Hjálmar Dam, sjónleikari og leikslistamaður, og tey vóru ikki heild samd, tá tey ummæltu leikin í Nón.

Lurtið eftir samrøðuni, har Birna og Hjálmar greiða frá sínum upplivingum av leikinum og grundgeva fyri sínum metingum av honum.

 

Norðurlendskt samstarv

Leikurin "Løsrivelsen" er eitt norðurlendskt samstarv millum sjónleikahúsið Paradox, Katuag í Nuuk, Norðurlandahúsið, Odense Teater og Koldin Egnsteater. 

Tað eru Vivi Sørensen og Daniel Wedel, ið hava skrivað leikritið og gjørt dramaturgiina, og Egill Palsson og Daniel Wedel leikstjórna.

Martin Eriksson stendur fyri pallsmíði og búnum, og Durita Sumberg og Henrietta Rosenbeck eru framleiðarar.

Sjónleikarar eru Karina Møller, Mariann Hansen, Mohamed Ali Osman og Henriette Rosenbeck.

 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Framsýning við Gudrun Hasle og Savnandi Savndsdagur
01-06-2022
Gudrun Hasle er listakvinna og orðblind, og nýtir orðblindi í listini. Hon heldur, at vit kunnu missa áhugaverdar røddir, um orðblind ikki tora at úttala seg.
01-06-2022
1. oktober verður Marita S. Dalsgaard fyrisitingarstjóri á Sydhavn Teater í Danmark.
31-05-2022
Tað er framvegis tørvur á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið í Føroyum, sigur Grækaris Djurhuus Magnussen, sum júst hevur latið úr hondum bókina "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár"
31-05-2022
Bókin "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár" og Marita S. Dalsgaard nýggjur fyrisitingarleiðari í Sydhavn Teater.
30-05-2022
Ria Tórgarð er ein teirra, sum hevur fingið listafólkaløn í trý ár, og ætlanirnar eru nógvar.
30-05-2022
Ria Tórgarð og listafólkalønin. KOKS og Føroyasmakkur
27-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
27-05-2022
Tarira 20 ár. Samkirkjudagar í Vágum.
25-05-2022
Nýggi leikurin "Løsrivelsen" kannar, hvørjar støður og kenslur standast tann dagin, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark.
25-05-2022
Sjónleikur um loysing. Nýtt listarit - Túsundritið - kemur út.
23-05-2022
Tatoverað list. Musikkskúlafestivalur. Høgnatáttur.
20-05-2022