Nón

Stuttsøgur um lívið sum sjúkrarøktarfrøðingur
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.

Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur, so er at hvessa pennin, tí nú hevur tú møguleikan at seta orð á títt gerandislív. 

Sjúkrarøktaretiska Ráðið skipar fyri stuttsøgukapping, har endamálið er at fáa lýst kompleksa gerandisdagin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum oftast er merktur av, at ymisk virðir koma í spæl og at hesi viðhvørt koma í stríð við hvørt annað.

- Hetta er partur av arbeiðnum hjá sjúkrarøktarfrøðingum, sum vit ikki hoyra so nógv um, men sum fyllir nógv og hevur stóran týdning fyri bæði sjúkrarøktarfrøðingarnar, sjúklingarnar og tey avvarðandi. Tí vóna vit, at hendan stuttsøgukappingin fer at eggja fleiri sjúkrarøktarfrøðingum til at greiða frá støðum og søgum úr teirra arbeiðisdegi.

 

Treytirnar fyri at luttaka eru, at tann sum skrivar, er sjúkrarøktarfrøðingur, at stuttsøgan endurspeglar nútíðarsamfelagið og er skrivað á føroyskum máli.

Longdin á innsendu stuttsøguni skal verða millum 7 - 10 A4 síður, og skal latast inn umvegis teldupost á etikkur@sjukrarokt.fo í seinasta lagi sunnudagin 16. Oktober 2022 á midnátt

Ein dómsnevnd metir um søgurnar, og virðisløn á 5000 verður latin fyri bestu søguna.

Til ber at lesa meira um kappingina á  www.sjukrarokt.fo.

 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022