Nón

Tabu í bókmentum flyta mørk
21-02-2018
Samleiki, tabu, klassiskt, Geytin og annað í mentanarmikudegnum

Landsbókasavnið hevur fingið nýggjan samleika, nú stovnurin aftur er sjálvstøðugur og ikki longur partur av Søvnum Landsins.
Tá Mamma verður ør er heitið á barnabók eftir Lauru Kathrinu Apol. Marna Jabobsen, ritstjóri, og Erling Fles, sálarfrøðingur, tosa um týdningin at viðgera tabu-evni í føroyskum bókmentum.
Í klassiska horninum spæla vit kenda klassiska verkið Adagio hjá Albinoni - og so leggja vit eisini eina aðra versjón undir nálina, har Jim Morrison lesur yrking afturvið.
Hvussu kunnu vit fáa meira burtur úr havsins tilfeingi, samstundis sum hetta gerst burðardygt? Blue Fashion Challange er at síggja í Posthúskjallaranum á Torradøgunum í Klaksvík.
Og so umrøða vit Geytan, føroysku filmsvirðislønina, sum verður latin í vikuskiftinum.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Tónlist, myndlist og byggilist í Fuglafjarðar skúla
04-04-2022
Marjun Lómaklett, integratiónsprestur, var í ár við til tiltakið hjá felagnum Móðurmál í sambandi við Móðurmálsdagin
01-04-2022
Tað er umráðandi at dekka umheimin við føroyskum eygum og føroyskum oyrum. Tað halda John Johannesen og Gestur Janusarson Lómstein
01-04-2022
Kristian Blak 75 ár. John og Gestur á markinum til kríggj. Høgnatáttur.
01-04-2022
Kvinnuhúsið í Havn í dag, orðaskifti um javnstøðuspurningar
30-03-2022
Kvinnufelagið í Havn varð stovnað í 1952, og fyllir nú 70 ár. Felagið hevur arbeitt við nógvum týdningarmiklum javnstøðumálum, sigur Bergtóra Hanusardóttir, limur í felagnum.
30-03-2022
Navnframa operan eftir Mozart, Gandafloytan, er nú stytt og umskrivað til føroyska barnaopera
30-03-2022
Kvinnufelagið í Havn fyllir 70 ár, Gandafloytan sum barnaopera
28-03-2022
Móðurmálsdagur. Bókaútsølan. Elton John 75 ár. Høgnatátturin.
25-03-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
25-03-2022
Barnaleikurin krím ABC og løgfrøðiútbúgvingin á Setrinum
23-03-2022
Vármjólk. Frítt flog. Offside
21-03-2022