Nón

Nón - TemaTýsdagur, føroysk matmentan
17-04-2018
Hvat er serføroyskt og hví er tað forkunnugt? Hesar og aðrar spurningar umrøða vit í hesum TemaTýsdegi, nú evnið er føroysk matmentan

Tað prutlar og kókar undir grýtunum, tá talan er um føroyska matmentan, fyrsta Michelin stjørnan er lend í Føroyum, og úr øllum heraðshornum koma fólk at smakka og sansa tað serføroyska.
Hvussu skapar tú karmarnar og hvørjar eru visjónirnar fyri einum fjølbroyttum útboði av matstovum í Føroyum? Hesar og aðrar spurningar seta vit Jóhannes Jensen, stjóra í Gist & Vist.
Vit seta eisini kósina í Vestmanna Skúli, har fimm næmingar hava gjørt eina verkætlan við føroyskum havsalti - og vit fara eisini at kanna, hvussu saltið smakkar.
Vit vitja eisini í Skeiva Pakkhúsi, har Leif Sørensen, sum er millum kokkarnar, ið hevur orðað norðurlendska matmanifestið, í løtuni fyrireikar nýggja matstovu.
Jóhann Mortensen er matelskari við stórum stavum. Hvørjar framtíðar møguleikar sær hann fyri sær, tá talan er um føroyska matvøruvinnu?
Hvørjir eru útbúgvingarmøguleikarnarir í Føroyum, tá talan er matvøruútbúgving? Vit fara at fregnast, tá leiðarin á matvøruútbúgvingini á Tekniska Skúla í Klaksvík - Magnus Norðberg, kemur á gátt.
Vit fáa eisini orðið á kokkin og leiðaran Poul Andrias Ziska, tá vit fara á gátt í Koks, ið er einasta føroyska matstovan, sum hevur eina Michelin stjørnu.
Og hvat verður gjørt fyri at marknaðarføra føroyska matmentan úti um lond? Hesar og aðrar spurningar seta vit Levi Hanssen frá Visit Føroyum.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022