Nón

Krimi og list í Nón
09-05-2018
Hvør er íblásturin til persónarnar í nýggjastu krimisøguni hjá Steintór Rasmussen?

Eitt sindur av krimi skal til, og hvat er meir spennandi, enn tá hesar brotssøgur falda seg út í heimligum umhvørvi við heimligum evnum og persónum sum snúningsdepli.
Steintór Rasmussen kemur í útvarpsstovuna at tosa um nýggju krimiskaldsøgu síni, Horvna Rósan, triðja bókin í røðini um bindiklubban úr Norðvík, ið hevur lyndi til at koma sær upp í brotsverk í heilum.
Listamaðurin Jack Kampmann fekk stóra ávirkan á føroyska málningalist. Ein spennandi framsýning við málningum eftir Jack Kampmann læt upp um vikuskiftið í Listasavni Føroya, samstundis sum bók kom út um listamannin. Vit práta við annan høvundan, Niels Ohrt, stjóra á Listasavninum.
Nón var eisini til fernisering, tá ið Helgi Joensen læt upp framsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Helgi er víðagitin fyri sítt sermerkta tinsmíð og hevur gjøgnum árini gjørt alskyns royndir við hesum serstaka metalli.
Vit vóru eisini á vitjan á Steinprenti, har tekstillistakvinnan, Randi Samsonsen leygardagin 12. mai hevur fernisering við tekstilverkum og steinprentum við heitinum, In search of lost colours.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022