Nón

TemaTýsdagur - Ísrael 70 ár
15-05-2018
Vit lýsa Ísrael i søgu og sum samfelag, samstundis sum kryddað verður við livandi tónleiki

Nú staturin Ísrael í hesum døgum rundar tey sjeyti, er evnið í dagsins TemaTýsdegi Ísrael.
Hvat er ein jødi og hvat hevur eyðkent jødiska fólkið eru millum spurningarnar, ið vit seta Hans Holm, landafrøðingi, fyrst í sendingini.
Dreymurin um Ísrael ger av álvara vart við seg seinrapartin av 1800 talinum. Vit fáa vitjan av Hans Andriasi Sølvará, søgufrøðingi, ið fer at útgreina ísraelsku søguni farnu 150 árini ella so.
Miðeystur er á tremur við góðum tónleiki og Ísrael er onki undantak. Og fyrst í seinra hálvleiki verður livandi tónleikur, tá ið systkini Malan og Heini Lützen fara at framføra á hebraiskum.
Eisini fáa vit vitjan av Georges Rouah, ið er ísraeli, sum er búsitandi í Føroyum.
Nógvir føroyingar hava stóran tokka til Ísrael og ein teirra er Dánjal Poulsen, ið er formaður í felagnum Føroyar-Ísrael.
Hesi 70 árini síðani Ísraelski staturin varð settur á stovn, hava verið bæði blóðug og hørð, og dagurin í gjár var onki undantak. Men hvat snýr stríðið í eitt nú Gaza seg um? Hesar og aðrar spurningar seta vit Heina í Skorini, ph.d. í altjóða politikki.
Og vit avrunda við at práta við nøkur teirra, sum høvdu leitað sær á Vaglið, tá Felagið Føroyar-Ísrael mánadagin 14. mai skipaði fyri hátíðarløtu fyri Ísrael.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022