Nón

Teitur vil gjarna vera blíður
05-10-2018
"I want to be kind" syngur Teitur í nýggju útgávu sínari, har hann framvegis er leitandi tónleikari

- Eg blívi við at leita. Tað haldi eg, at vit sum tónleikarar ella listafólk áhaldandi gera.

Soleiðis sigur Teitur millum annað í hesari samrøðuni, har hann er gestur í Nón.

Teitur er júst farin undir eina konsertferð í Føroyum fyri fyrstu ferð í 11 ár, nú hann gevur nýggja útgávu út, sum kallast "I want to be kind".

- Hetta er ein sovorðin stríðsspurningur. Tú vil gjarna vera vinaligur, men tað kanst tú ikki altíð vera. Eg haldi, vit eru nógv, sum gjarna vilja vera vinalig, og vit halda tað vera fyrimyndarligt at vera vinalig, hyggja fólk í eyguni og vera til staðar. Tað er vert hjá okkum at stremba eftir, sigur Teitur Lassen.

Hoyr rættiliga persónligu samrøðuna við Teit Lassen og tvey av hansara nýggju løgum úr útgavuni "I want to be kind".

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022