- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Í dagsins tematýsdegi varpa vit ljós á fótbóltsfjepparamentan í Føroyum, nú fótbóltsárið er komið at enda.
Í tí sambandi viðgerða vit eisini hvønn týdning fótbóltur hevur fyri familjulívið og børn.
Tí í dag er tað vorðið alsamt meira vanligt, at foreldur eru sera virkin í ítróttar- og frítíðarvirkseminum hjá børnum teirra. Men hvat er hetta fyri eitt rák, hví er tað soleiðis í dag, og hvørjar fyrimunir og vansar eru við hesum.
Tað hava vit tosa við tvær mammur um. Margit Joensen er mamma at børnum, sum íðka millum annað við KÍ, og sum eisini er skrivari og ábyrgdarfólk fyri ungdómsfótbóltin hjá KÍ, og Hjørdis Hávarsá sum eisini hevur børn, ið millum annað spæla fótbólt við KÍ.
Eisini tosa vit tið Óla Rubeksen, SSP-ráðgevi, sum heldur at tað er týdningarmikið at børn hava frítíðarítriv og at foreldur eru virkin í frítíðarítrivum hjá børnum, men tað kann eisini gerast eitt sosialt trýst á foreldur, at tey skulu verða virkin. Men foreldur kunnu stuðla børnum sínum uttan at verða til nærum hvøjra venjing og hvønn dyst, vísur Óli Rubeksen á.