Nón

Nón varpar ljóð á Bókadagarnar
21-11-2018
Ljóðbøkur, skaldskapur Gunnar Hoydal, barnabøkur, og skaldskapur Jóanes Nielsen verða viðgjørd i Nón

Fríggjadagin byrja árligu Bókadagarnir í Norðurlandahúsinum, og Bókadagarnir fara á ein fjølbroyttan hátt at mynda henda MentanarMikudagin í Nón.
Fyrst hitta vit stjóran í Norðurlandahúsinum - Gun Hernes, sum fer at siga okkum um endamál og innihald Bókadaganna.
Ein av Føroya fremstu rithøvundun er Gunnar Hoydal. Og á Bókadøgunum verður nýggj bók við yrkingum og týðingum eftir Gunnari Hoydal løgd fram. Vit fara at fregnast um Gunnarsa skaldskap, tá vit hitta Jógvan Isaksen, bókmentafrøðing.
Ljóðbøkur gerast alsamt meiri og meiri vælumtóktar - og føroyskar ljóðbøkur er evnið, tá Elin Brimheim Heinesen, ljóðbókafyristøðufólk á Landsbókasavninum, kemur á gátt.
Tað er ein fragd at lesa - eisini hjá børnum og foreldrum. Og hetta fara vit at skifta orð um saman við Niels Jákupi Thomsen, stjóra á Bókadeild Føroya Lærarafelag, og tað verður fyrst í seinra tímanum.
Vit halda á í seinra tímanum við Silju Aldudóttir, ið er M.A. í føroyskum frá Fróðskaparsetri Føroya. Og evnið verður Jóanes Nielsen og skaldskapur hansara sæddur í einum vistgreinaðarligari kanning av hansara seinasta yrkingasavnið - Gudahøvd.
Og vit fáa eisini vitjan av Bergi Djurhuus Hansen, bókmentafrøðingi, ið fer at tosa um Jóanes Nielsen og hansara skaldskap.
Tey, sum vitja í Nón hesuferð, eru Gun Hernes, Jógvan Isaksen, Elin Brimheim Heinesen, Niels Jákup Thomsen, Silja Aldudóttir, og Bergur Djurhuus Hansen.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022