Nón

Útróður er eitt deiliga frítt lív
04-12-2018
Tað er hugaligt at vera til útróður fyri tíðina, nú nógv er at fáa, sigur Carl August Arge, útróðrarmaður, sum dámar tað fría lívið á sjónum

- Tað er bara at loysa og fara út, tá ið hugurin og veðrið eru til tað. Eg fari, har eg vil, og eg eri úti so leingi, sum eg vil. Tað er eitt deiligt lív í so máta. Hetta er tað nærmasta tú kemur "the wild west".

Carl August Arge hevur burturav róð út í 10 ár. Hann roynir bara við snellu, og tí er hann ikki bundin at øðrum.

Hann letur sera væl at fiskiskapinum í løtuni. Hann fær einamest tosk fyri tíðina, og toskurin er góður.

Carl August selur meginpartin til uppboðssøluna, men so hevur hann eisini fast pláss á torginum í Vágsbotni.

- Fólk eru glað fyri, at tey kunnu keypa ymsar vørur beinleiðis. Tey vita, at hetta er dygd, og tí er tað ein frægd at síggja, hvussu glað tey eru, sigur Carl August Arge.

Hoyr alt innslagið, sum er við í tematýsdegnum 4. desember í Nón um útróður.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022