Nón

Nón 04.12.18 - Tematýsdagur um útróður
04-12-2018
Vit tosa við eitt nú útróðrarmenn og Havstovuna, samstundis sum útróður eisini verður lýstur søguliga og mentanarliga

Í Føroyum hevur útróðurin havt stóran týdning, bæði búskaparliga og mentanarliga, og fleiri minnast allar útróðrarbátarnar í alskyns litum og sniðum, og alla ta livandi mentan, ið var við havnalagið, tá bátarnir landaðu og stamparnir skuldu egnast.
Men hvat er so dragandi við at rógva út í dag? Henda spurningin seta vit Carl August Arge, niðri við fiskatorgið í Vágsbotni í Havn.
Tað hevur hildnast væl hjá útróðrarflotanum farnu mánaðirnar. Vit fregnast um vísindaliga partin, tá vit hitta Petur Steingrund, deildarleiðara og fiskifrøðing ph.d., á Havstovuni.
Útróðurin hevur havt stóran týdning, men nær tekur útróðurin seg upp og eru øki, har útróðurin hevur havt serligan týdning? Hesar og aðrar spurningar seta vit Jóan Paula Joensen, professara.
Klaksvík hevur verið eitt av stóru útróðrarplássunum í Føroyum, men hvussu er støðan í dag? Vit hava verið við havnalagið í Klaksvík, har vit hittu skiparan og reiðaran á Kallanesi, Kára í Kongsstovu.
Eisini tosa vit við kranføraran Sjúrð Josephsen, egnararnar Mogens Højsted, Hans Niclasen og Søren Djurhuus, og heimaformannin á Líðhamri, Klávus Bjartalið.
Í sekstiárinum skrivar Føroya Landsstýri út kapping um at menna ein nýmótans føroyskan útróðrarbát. Vit hava spurt Óla Olsen, um hvønn týdning henda kappingin fekk fyri føroyska útróðrarflotan.
Við atgerðum og nógvum dramatikki skipaði Meginfelag Útróðrarmanna á sumri í 1975 fyri sonevnda útróðrarverkfallinum. Vit hava verið í søgusavni kringvarpsins.
Hví fara ungir menn at rógva út? Vit fregnast hjá skiparanumn umborð á Stakkavík, Andru Poulsen.
 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022