Nón

Politikarar býta stjørnur so kristiliga
10-12-2018
Skerpikjøt og Tann føroyski samleikin eru nýggjar politiskar bøkur, sum eru útkomnar

Sjúrður Skaale og Jógvan Skorheim hava útgivið hvør sína politiska bók til jóla. Nón bað teir ummæla bøkurnar hvør hjá øðrum, og teir samdust um at geva hvørjum øðrum líka nógvar stjørnur.

Formaðurin í Sjálvstýri, Jógvan Skorheim, greiðir frá sínum politisku tonkum í bókini "Tann føroyski samleikin", og hvussu hann sær gongdina og møguleikarnar í samfelagnum. Hann roynir eisini at staðseta Sjálvstýri í miðjuna í føroyskum politikki.

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur givið út bókina "Skerpikjøt", har hann leggur fyri við at hugleiða um tað at stremba eftir valdinum, og hvat tað kann gera við fólk, tá tey gera tað. Annars er bókin ein bótasúpan av greinum og røðum, hann hevur hildið.

Hoyr teir báðar tosa um politiskar bøkur, politiskar avbjóðingar, og hvat teir halda um bøkurnar hjá hvørjum øðrum.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Tjóðleikhúsið. Ungdómsbókasavn. Trom í Havnar Bio.
02-02-2022
Freistin at melda til Stella Polaris fyri rútmiskan tónleik er týsdagin 1. FEBRUAR á midnátt.
01-02-2022
Ulrich Thomsen. Stella Polaris. Skrivikapping.
31-01-2022
Ulrich Thomsen, sum spælir Hannis Martinsson í TROM, dámdi væl í Føroyum. Krimirøðin er serstøk, júst tí hon er upptikin í Føroyum, heldur hann.
31-01-2022
Hundrað ár eru liðin, síðan Fiskepigernes fagforening, fyrsta arbeiðskvinnufelagið í Føroyum, varð sett á stovn
28-01-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
28-01-2022
Tórfinnur Jákupsson og Trom. Tórshavnar Big Band á Vetrarjazzi.
26-01-2022
TROM er ein gamal dreymur, sum nú er vorðin veruleiki, sigur Torfinnur Jákupsson, sum fekk hugskotið til fyrstu føroysku sjónvarpsrøðina, sum 16 ára gamal.
26-01-2022
Malan Marnersdóttir metir um fagurbókmentaligu rúgvuna í árinum, sum fór
25-01-2022
Bókaárið 2021. Býarsavnið í Havn.
24-01-2022
Heiðursgáva landsins í 2021 varð latin klædna- og sniðfyritøkuni Guðrun & Guðrun
21-01-2022
Guðrun&Guðrun heiðursgávu. Olaf Johannessen samrøða.
21-01-2022