Nón

Nón - 090119
09-01-2019
Barnabøkur, crowdfunding, upphavsrættur og Jimmy Page 75 ár

Í fjør varð Barnabókavirðisløn Norðurlandaráðsins latin Bárði Oskarsyni fyri bókina Træið. Men hvør er støðan, tá talan er um føroyskar barnabøkur? Henda og aðrar spurningar seta vit Rakel Helmsdal og Urd Johannesen.
Hin 19. september í fjør lat Rakel Helmsdal úr hondum barnastuttsøgusavnið Miljuløtur, ið snýr seg um gentuna Milju, sum sigur frá um sín gerandisdag.
Jógvan Isaksen ummælir nýggju barnabókina.
Mong eru tey, sum droyma um at fáa verk síni útgivin, men tað eru ikki øll, ið fáa dreymin gjørdan til veruleika. Men hvørjar aðrar útgávumøguleikar enn teir vanligu hevur tú sum listarfólk ella ein, sum hevur hug at útgeva síni verk?
Crowdfunding, ella fjølfíggjan á føroyskum, er ein møguleiki, sum fleiri og fleiri nýta, og ein teirra er Lena Nicolajsen, teknarin, sum herfyri gav teknaðu stuttsøgu sína, Insomnia, út gjøgnum crowdfundingpallin Kickstarter.
Hvat merkir upphavsrættur og hvussu umfatandi er upphavsrætturin? Hesar og aðrar spurningar seta vit Jógvani Svabo Samuelsen, løgfrøðingi.
Í dag verður kendi tónleikarin, sangskrivarin og plátuframleiðarin Jimmy Page 75 ár. Vit gera eina mini-vangamynd av kenda Led Zeppelin guitaristinum.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022