- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
- Eg eri serliga glaður fyri, at pápi mín altíð tók meg við sær.
Jákup Andreasen, stjóri í Miðnámsskúlanum í Vestmana, var sjálvur nógv í samband við sjógvin og náttúruna sum barn og ungur. Hann setir í hesari samrøðuni millum annað orð á, hvat hevur myndað seg. Hann tosar eisini um tann skúlan, sum hann hevur verið við til at mynda.
Í nógv ár æt skúlin Fiskivinnuskúlin, nú er hann lagaður til gymnasialu skipanina, men hann tekur serliga útgangsstøði í føroysku náttúruni.
- Eg haldi sjálvur, at vit hava brúk fyri føroyskum ungdómi, sum hevur skil fyri føroysku náttúruni og fyri teimum náttúruvirðunum, sum vit eiga, og hvussu vit eisini kunnu fáa meira burturúr tí, sum vit einki fáa burturúr í dag.
Hann er uppvaksin í Klaksvík og kallar Trøllanes "eitt paradís á jørð". Hann er útbúgvin fiskifrøðingur, hevur róð út og gjørdi fiskivinnusendingar í útvarpinum í fleiri ár. Hann var við at byggja Fiskivinnuskúlan í Vestmanna upp frá botninum, hann stóð á odda fyri at gera eina serliga tilfeingisbreyt, sum tekur støði í føroysku náttúruni, og nú er ein ferðavinnuútbúgving á stovn.
Hoyr samrøðuna við Jákup Andreasen her.