Nón

Nón - 20.03.19
20-03-2019
Rudolf Joensen ummælir Kraddaran, Knút Háberg Eysturstein sigur okkum um Regin Dahl og nýggju bókina, og Hammershaimb verður 200 ár

5. november vóru 100 ár liðin, síðani próstasonurin og listamaðurin Regin Dahl varð borin í heim.
Og hóskvøldið gevur Sprotin út nýggja bók um Regin Dahl, "Heimurin, ið hvarv - útlagna tónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin", ið Knút Háberg Eysturstein hevur skrivað. Vit hitta høvundan fyrst í sendingini.
Sunnudagin varð kunngjørt, hvør hevði vunnið fyrstu og aðru virðisløn í útvarpsdokumentarkappingini. Ein av dómarunum var Linda Mortansdóttir.
Farna fríggjakvøld fór Klaksvíkar Sjónleikarfelag á pall við barna- og familjuleikinum Kraddarin, ið er ein ævintýrleikur, sum Súsanna Tórgarð og Birita Mohr hava skrivað. Og fyrst í seinra tímanum ummæla vit leikin saman við Rudolfi Joensen.
Komandi mánadag - hin 25. mars, eru 200 ár liðin, síðani V. U. Hammershaimb varð føddur. Og ein, sum hevur granskað Hammershaimb, er Kim Simonsen.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Framsýning við Gudrun Hasle og Savnandi Savndsdagur
01-06-2022
Gudrun Hasle er listakvinna og orðblind, og nýtir orðblindi í listini. Hon heldur, at vit kunnu missa áhugaverdar røddir, um orðblind ikki tora at úttala seg.
01-06-2022
1. oktober verður Marita S. Dalsgaard fyrisitingarstjóri á Sydhavn Teater í Danmark.
31-05-2022
Tað er framvegis tørvur á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið í Føroyum, sigur Grækaris Djurhuus Magnussen, sum júst hevur latið úr hondum bókina "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár"
31-05-2022
Bókin "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár" og Marita S. Dalsgaard nýggjur fyrisitingarleiðari í Sydhavn Teater.
30-05-2022
Ria Tórgarð er ein teirra, sum hevur fingið listafólkaløn í trý ár, og ætlanirnar eru nógvar.
30-05-2022
Ria Tórgarð og listafólkalønin. KOKS og Føroyasmakkur
27-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
27-05-2022
Tarira 20 ár. Samkirkjudagar í Vágum.
25-05-2022
Nýggi leikurin "Løsrivelsen" kannar, hvørjar støður og kenslur standast tann dagin, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark.
25-05-2022
Sjónleikur um loysing. Nýtt listarit - Túsundritið - kemur út.
23-05-2022
Tatoverað list. Musikkskúlafestivalur. Høgnatáttur.
20-05-2022