- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Christer Lindqvist, professari við universitetið í Greifswald, hevur skrivað bók um, hvussu føroyska skriftmálið bleiv til, og í samband við 200 hátíðarhaldið av Hammerhaimb hevði hann fleiri fyrilestrar um sína gransking. Mánadagin hevði hann upplegg á Landsbókasavninum, týsdagin helt hann fyrilestur í Kongshøll, tá Setrið og Málráðið skipaðu fyri hátíðarhaldi, og eisini hevur hann grein í tíðarritinum Frøði um sína gransking.
Vanligt verður sagt, at Hammershaimb er faðir at føroyska skriftmálinum, men greitt hevur eisini verið, at hann evnaði skriftmálið til saman við øðrum. Hammershaimb er sum heild kendur fyri at hava stríðst fyri tí føroyska, søguliga skriftmálinum, sum vit nýta í dag. Hann hevur skrivað mállæruna, savnað eina rúgvu av kvæðum og søgnum og skrivað nógvar greinar og tekstir um føroyska málið og málnýtslu. Høvuðsverkið eru helst tekstasøvnini "Færøsk Anthologi".
Christher Lindqvist hevur nú neyvt granskað tey sonevnud gandaráðini, sum sigast at verða grundarlagið undir føroysku stavsetingini, sum vit nýta í dag. Og svenski professarin vísur á, at Hammershaimb hevði ein lutfalsliga lítlan leiklut í at gera føroyska skriftmálið. Hammershaimb varð biðin um at gera viðmerkingar til handritið við gandaráðunum, sum íslendingurin Jón Sigurðsson hevði skrivað. Men Hammershaimb gjørdi lutfalsliga fáar broytingar í handritinum,og tí heldur Christer Lindquist, at sigast kann, at Jón Sigurðsson - í størri mun enn Hammershaimb - er faðirin at føroyska skriftmálinum.
Lurtið eftir samrøðuni við Christer Lindqvist, professara við universitetið í Greifswald.