- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Spa, wellness ella týrkiskt bað - kalla tað hvat tú vilt. Í Føroyum er hetta við vælveru eitt nýtt fyribrigdi. Hitapottur uttandura er eitt "mást" hjá nógvum, og harvið er íkomin ein nýggj og forvitnislig mentan, har menn og kvinnur njóta lívið.
Í svimjihøllini í Klaksvík hava tey fingið eitt spildurnýtt vælveruøki við hitapotti, dampbaði og sauna við infrareyðum geislum. Eyð Matras hevur verið í vælveruøkinum og vitjað.
Í ár eru 100 ár liðin, síðani evnaríka listakvinnan Elinborg Lützen varð borin í heim. Og tí letur Listasavn Føroya upp fyri einari heiðursframsýning fyri Elinborg Lützen. Vit hava verið og fregnast hjá Nils Ohrt.
Hvør er politikarin - og hvør er politikkurin? Vit fregnast í seinna tímanum, tá ið Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, vitjar í alternativa floksumfarinum.