|
- samrøða við Lars Olsen, endurs. frá 2012
Samrøða við Lars Olsen, venjari hjá føroyska fótbóltslandsliðnum. Vit skifta orð við venjaran um yrkisleið hansara í fótbólti seinastu fjórðingsøldina. Lars Olsen hevur drúgvar royndir sum spælari og venjari. Hann var liðskipari hjá Brøndby, sum gjørdi hol í sjógvin í donskum fótbólti miðskeiðis í 80-árunum. Lars Olsen var kosin ársins spælari í Danmark í 1988. Um somu tíð loysti hann Morten Olsen av sum liðskipari á danska landsliðnum. Tindin røkk hann í 1992, tá ið hann leiddi Danmark til sigurs í EM-endaspælinum í Svøríki. Seinni hevur Lars Olsen halgað seg til venjaragerningin, hann hevur verið venjari hjá Randers og OB í superliguni, og var í 2009 kosin ársins venjari í Danmark. Nú hevur hann tikið við sum føroyskur landsliðsvenjari, og elddópin á heimavølli fær hann fríggjadagin móti Svøríki.
Lagt til rættis: Suni Merkistein.
|