|
- føroysk sendirøð frá 2003
Í røðini "UM" frá 2003 verður eitt serstakt evni viðgjørt í hvørjari sending.
Deyðin er nakað, sum vit vanliga ikki tosa nógv um. Vit royna í hesi sendingini at nema við nøkur evni, sum troka seg á, tá vit skulu hiðani. Um sorgina, tá vit missa ein av okkara kæru. Vit hitta eini foreldur, sum mistu barn sítt av sjúku. Vit eru og fylgja líki. Nøkur børn úttala seg um deyðan, og ein 96-ára gomul kona, tosar um lívsins kvøld. Vit vitja eisini ein kistusmið, og at enda eru vit á Landssjúkrahúsinum, har vit fylgja tveimum portørum, sum taka sær av okkum, tá vit hava latið eyguni aftur fyri seinastu ferð.
|