|
- am. kærleiksfilmur frá 2011, óhósk. fyri smáb.
Eftir at unnustan hjá Adami (Ashton Kutcher) fer frá honum, endar hann í songini við síni góðu vinkonu Emmu (Natalie Portman), og tað er so gott, at tey avtala at hava óbindandi sex saman, tá høvi er til tað. Adam hevur brent seg, eftir at unnustan sloyfaði hann og fekk sær pápa hansara í staðin, so hann hevur ikki hug at fara í fast parlag. Og Emma, sum er lækni, hevur alt ov nógv um at vera til at hava nakran unnusta. Men hví skulu tvey, sum kenna seg drigin at hvørjum øðrum, ikki kunna hava sex saman av og á? Tað vísir seg tó at vera lættari sagt enn gjørt. Skjótt koma tey eftir, at tey vilja meira.
Leikandi: Emma Franklin: Natalie Portman, Adam Kurtzman: Ashton Kutcher og Dr. Metzner: Cary Elwes.
Við eru eisini Alvin: Kevin Kline. Patrice: Greta Gerwig. Lucy: Lake Bell. Katie Kurtzman: Olivia Thirlby. Wallace: Chris ´Ludacris´ Bridges.
Handrit: Elizabeth Meriwether.
Leikstj.: Ivan Reitman.
Uppr.h: No Strings Attached
Framl.ár: 2011
|