|
- ensk/palestinensiskt drama frá 2015, óhósk.f.smáb.
Drongurin Mohammed býr í Gaza, men hevur stórar dreymar. Saman við systrini ætlar hann at gera orkestur, so øll verðin kann uppliva fantastisku rødd hansara. Eitthvørt syrgiligt hendir, so tað verður av ongum, men mong ár seinni sær hann sær møguleika í sangkappingini Arab Idol fyri at dreymurin verður til veruleika. Filmurin byggir á ta sonnu søguna um Mohammed Assaf, sum vaks upp í hersetta Gaza, men at enda vann Arab Idol.
Við eru: Mohammed Assaf: Tawfeek Barhom, Omar: Ahmed Al Rokh og Nour: Hiba Attalah. Við eru eisini: Mohammed Assaf sum barn: Qais Attalah. Omar sum barn: Abdel Kareem Barakeh. Shadia: Nadine Labaki. handrit: Ahmad Qasem og Sameh Zoabi. Leikstj.: Hany Abu-Assad.
Framl. ár: 2015.
Aldursmark: 7.
|