Í allarfagrasta veðri vórðu oyggjaleikirnir 2015 settir í Jersey. Her er ein samandráttur av setanini
Systrarnar Brynhild og Rannvá Carlsson bóru Merkið og vatnið, tá 127 føroysk ítróttarfólk gingu inn á Howard Davis Park, har setanin og hátíðarhaldið varð hildið, nú størstu oyggjaleikirnir nakrantíð eru settir.
Kringvarpið sendi alla setanina beinleiðis á heimasíðuni, men um tú ikki sást hana, ber til at síggja ein samandrátt her.