Aviaja Geisler í grønlendska ítróttasambandinum greiðir her frá serligu søguni um teirra nýggju ítróttabúnar
Grønlendingar plaga at vera hvítir og reyðir, eins og flaggið, tá tey kappast á Oyggjaleikum. Men torført var at fáa eygað á grønlendingarnar, tá øll ítróttafólkini samlaðust til setanina í kvøld.
Hesa ferð eru ítróttafólkini úr Grønlandi í hvítum og appelsingulum klæðum. Orsøkin er, at tey høvdu bílagt klæðini á netinum og tey fingu ikki tann rætta litin.