Í morgin er fyrsti kappingardagur á Oyggjaleikunum á Jersey, og millum greinarnar hjá føroyingum í morgin eru triathlon og einkultstartur í súkkling. Evald Rasmussen, sum er ein av liðleiðarunum, hevur góðar vónir um, at Føroyar vinna gull í báðum greinum.
Í triathlon hjá kvinnum er Karina Ottosen við, og hjá monnum hevur Gudmundur Joensen besta møguleikan. Hann vann silvur fyri tveimum árum síðani á Bermuda.
Í einkultstarti í súkkling eru stórar vónir til Torkil Veyhe, sum vann silvur fyri tveimum árum síðani. Hann hevur í seinastuni havt góð úrslit í kappingum í Danmark.