Stórar vónir vóru um at fáa minst eina gull í hálvum marathon hjá kvinnum. Tá avtornaði, fingu Føroyar eina bronsu fyri lið
Marna Egholm og Bjørk Herup Olsen umboðaðu í morgun Føroyar í hálvum marathon hjá kvinnum, sum var allar fyrsta kappingin á Oyggjaleikunum á Jersey.
Hitin var nógvur í morgun, og tað ávirkaði Marnu, sum var stóri favoritturin at vinna gullheiðursmerkið. Málið var eisini, at Bjørk endaði so frammalaga, at tær báðar samanlagt kundu fáa gull fyri lið. Men alt gekk øðrvísi enn ætlað. Kortini kom smílið at enda fram hjá rennarunum.