Rómurin var stórur, tá Karina Ottosen kom á mál í triathlon, langt frammanfyri nummar tvey. Jersey fekk bæði silvur og bronsu
Á Jersey er stórur áhugi fyri triathlon á Oyggjaleikunum. Kappingin fór fram í høvuðsstaðnum St. Helier seinnapartin. Eini 5.000 áskoðarar sóu, tá Karina Ottosen úr Havn gjørdi bragdið og vann eitt sannførandi gullheiðursmerki fyri Føroyar.
Hjá monnum hendi eitt óhapp hjá Guðmundi Joensen, sum vann silvur á Oyggjaleikunum á Bermuda fyri tveimum árum síðani, og vónirnar vóru stórar um eitt gott úrslit. Men hann bleiv illa fyri og mátti gevast.
Hinir tríggir menninir, sum kappaðust fyri Føroyar, vóru Andrass Joensen, Hanus D. Joensen og Kári Davidsen.