Vit hittu løgmann beint áðrenn triathlon-íðkararnir lupu á bláman seinnapartin í dag
Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður, sum er á Oyggjaleikunum á Jersey í hesum døgum, heldur, at Føroyar hava líka góðar umstøður sum Jersey at skipa fyri Oyggjaleikunum. Stóri trupulleikin er gistingin, men útvegir mugu finnast fyri tí, heldur løgmaður.