Vit hittu Katrina Rubek Nielsen, tá hon var til fjallasúkkling seinnapartin
Sølvi Winther Olsen hevur verið fastur oyggjaleikalækni hjá føroyingum í mong ár. Hann er ikki við hesaferð, og nú er læknin Katrin Rubek Nielsen. Hon hevur havt nakrar uppgávur í sambandi við læknagerningin hesar fyrstu dagarnar, síðani føroyska ferðalagið kom til Jersey.
Nú veðurmenninir siga frá nógvum hita á Jersey í morgin, omanfyri 30 stig, hevur Katrin gjørt nógv burtur úr at vegleiða fólk.