Vit vóru sjálvsagt á staðnum við myndatólinum. tá súkklingin fór fram eystalaga á Jersey
Eftir gullið í einkultstarti fyrsta dagin á Oyggjaleikunum, var spenningurin millum føroyingarnar stórur, um tað í dag fór at eydnast súkklaranum Torkili Veyhe at fáa enn eitt gullheiðursmerki. Torkil var í oddinum alla tíðina, og tey seinastu umførini vóru teir fimm mans í einum bólki væl undan hinum.
Tað var ógviliga javnt í sjálvum endaspurtinum, men tá avtornaði, kom ein ungur maður úr Saarema fyrst á mál og fekk gullið, Isle of Man fekk silvur og Torkil Veyhe fekk bronsuna.
Hitin var ógviliga nógvur at súkkla í dag. Føroyingarnir vóru fimm tilsamans. Hinir vóru Gunnar Dahl Olsen, Bogi Kristiansen, Dávur Magnussen og Jóanis Albert Nielsen. Longu í fyrsta umfarinum fekk Bogi eitt teknistk óhapp við súkkluni og noyddist at gevast.
Teinurin at súkkla á landavegnum er 120 kilometrar, og teir súkklaðu rutuna átta ferðir.