20 ára gamli Hallur Simonsen úr Hoyvík vann í kvøld eitt sannførandi silvurheiðursmerki í klingruvarpi á Oyggjaleikunum. Hann var á fjórða plássið áðrenn seinasta kast, og tað bleiv so mikið gott, at hann ongantíð hevur kastað so langt fyrr.
Lærumeistarin Heri Ziska, ið sjálvur hevur vunnið nógv heiðursmerki á Oyggjaleikunum, er stoltur av lærlinginum. Heri sigur, at Hallur hevur góð evni at kasta, og nú verða nýggj mál sett.